Óstøðugt veður ávirkar fiskiveiði

- Allir partrolararnir, sum eru úti, fiska upsa, men fiskiskapurin er sera vánaligur. Teir koma inn, sum hendan vikan gongur, sigur Fiskamarknaður Føroya

FISKIVEIÐA

Fiskamarknaður Føroya hevur gjørt sínar metingar um, hvussu henda vikan fer at roynast.
- Fleiri línuskip eru úti, men fleiri av teimum eru nýliga byrjaði. Tey koma tí neyvan inn aftur fyrr enn seint í hesi vikuni. Enn er tað bara tað eina línuskipið, sum hevur biðið um landing til í dag, men møguliga koma tvey onnur línuskip eisini inn í dag.
Lagt verður aftrat, at ein línubátur hevur verið eystanfyri, ein undir Íslandi, og ein hevur verið á rygginum og norðanfyri.
- So, tað verður ein blandingur av brosmu, longu, toski og nakað av blálongu. Annars eru hini línuskipini fyri tað mesta vestanfyri, har tey fáa mest tosk og nakað av hýsu.
Um útróður verður sagt, at streymurin verður hampiligur, og veðrið verður helst fyri tað mesta hampiligt,.
- So, vónandi verður nakað av útróðri.

Lítil veiða
Fiskamarknaður Føroya sigur, at seiansta fríggjadag lógu allir djúpvatnstrolarnir, men teir fara vantandi út aftur, tá veðrið batnar.
- Allir partrolararnir, sum eru úti, fiska upsa, men fiskiskapurin er sera vánaligur. Teir koma inn, sum hendan vikan gongur.
Allir teir smáu trolbátarnir - uttan hin eini – liggja.
- Hetta var støðan fríggjadagin. Teir fara út aftur, tá veðrið batnar. Helst fara teir út á Skeivabanka at fiska havtasku.
- Trý garnaskip fiska havtasku og koma helst inn miðskeiðis í hesi vikuni, sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri hesa vikuna.