Støðugt veður hesa vikuna

Eitt hátrýst yvir Skandinavia og Norðhavinum fer spakuliga í ein sunnan og landsynning, so komandi dagarnar streymar rættiliga turr og køld luft inn yvir Føroyar av eystri.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein landsynning. Yvirhøvur turt og skýggjað, men stundum klárar í og sólin sær. Í nátt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og framvegis skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum minkar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, og um náttina hækkar í ein eystan. Yvirhøvur skýggjað, men møguliga okkurt æl um dagin. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum frostmarkið og 6 hitastig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av eystanætt, 2 til 7 m/s, sum út á dagin hækkar í eystan og landnyrðing og veksur í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 8 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 7 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, seinni av landsynningi. Turt, men skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s, men út á dagin frískar hann vindin. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum 3 og 7 stig.