Eftir ógvusligu kurssveiggini seinasta partin av januar mánaði, tykist partabrævið hjá Atlantic Petroleum nú at hava funnið sær eina nýggja legu á íslendska virðisbrævamarknaðinum.
Í greiningi av partabrævinum, sum Eik Bank hevði gjørt, varð sagt, at eitt realistiskt kursmál var kurs 884. Tað fekk alt fyri eitt partabrævakursin at ferðast við fullari ferð uppeftir, men tað var tó bert ein dag, at hesin var omanfyri 800.
Okkurt stutt skifti var fallið eftir niður móti 600, men síðani hevur gongdin verið meira støðug. Seianstu vikuna hava flestu handlarnir av partabrævinum ligið beint omanfyri kurs 700, sum tó framvegis er hampuliga nógv meira enn tað, sum íleggjarar rindaðu við seinastu kapitalhækkanina hjá felagnum.
Talilð av handlum hevur tó ikki verið so stórt hesa seinastu vikuna. Hendingaríkasti dagur í so máta var fríggjadagurin, tá partabrævið umsetti fyri 466 tkr. Tað handiling var størstur - tað var hann tann 19. januar - varð umsett fyri 9.803 tkr.










