Tey seinastu árini er fátækradømi vorðið ein veksandi trupulleiki í USA, og sambært hagtølunum fyri árið í fjør høvdu 46,2 milliónir amerikanarar minni at liva fyri enn tað ásetta fátækramarkið. Tað svarar til 15,1 prosent av øllum fólkinum. Í 2009 var tað 14,3 prosent.
Amerikanska fólkayvirlitið sigur, at tað hava ongantíð verið so nógv fátæk í USA síðani 1959, tá yvirlitið byrjaði at skráseta fátækradømið. Hagtølini vísa, at fátækradømið er ymiskt í teimum einstøku statunum. Ringast stendur til í Mississippi, har 22,7 prosent av fólkinum hava minni inntøku enn fátækramarkið. Aðrir statir, sum eisini eru illa fyri, eru New Mexico, Georgia og Arizona. Minsta fátækradømið er í New Hampshire, 6,6 prosent.
Eftir amerikonsku reglunum verða fólk mett fátæk, um ársinntøkan hjá einum hjúnum við tveimum børnum er niðan fyri 22.314 dollarar.