Støðugt fleiri doyggja av húðkrabba

Á hvørjum ári doyggja 280 danir av móðurmerkjakrabba ella av vanligum húðkrabba. Við øðrum orðum krevja hesar sjúkur meiri enn fimm mannalív um vikuna, og talið er veksandi. Tað sigur Anja Philip, ið er verkætlanarleiðari hjá Kræftens Bekæmpelse, við danska kringvarpið.

Hon sigur, at tey seinastu 20 árini er talið av tilburðum við húðkrabba tvífaldað, og nú eru meiri enn 10.000 nýggir tilburðir í Danmark um árið.

Anja Philip sigur, at tey flestu fáa viðgerð og hjálp, men at uppaftur fleiri kundu verið bjargað. Sjálv stendur hon á odda fyri einum átaki, sum hevur til endamáls at vísa dønum á vandarnar við ov nógvari sól.

Anja Philip sigur við DR, at hóast fólk eru so røsk at smyrja sólkrem upp á seg sum ongantíð fyrr, fáa tey flestu framvegis ov nógv av teimum vandamiklu UV-strálunum. Tí er tað sera umráðandi at verja seg.