Tríggir trolarar landaðu í Hvalba í vikuni sum fór. Hetta vóru partrolararnir, Hamranes og Breiðanes og djúpvatnstrolarin Steintór. Djúpvatnstrolarin Steintór landaði í Hvalba fríggjadagin. Teir høvdu umleið 140.000 pund av upsa, svartkalva og kongafiski.
Fyrr í vikuni landaðu eisini partrolararnir Hamranes og Breiðanes í Hvalba. Teir høvdu umleið 300.000 pund tilsamans, og hetta var ein góður túrur hjá skipunum.
Tað var fiskavirkið TG Seafood í Hvalba, sum keypti fiskin, og har sigur Ólavur Bjarkhamar, at fiskurin hjá Steintóri, Breiðanesi og Hamranesi gav fólkinum á virkinum støðugt arbeiði í vikuni sum fór.
Ólavur Bjarkhamar letur annars væl at gongdini higartil í ár og sigur, at rættiliga støðugt fiskaarbeiði hevur verið á TG Seafood tað, ið farið er av hesum árinum.