Óstøðug veðurlíkindi tarna ísfiskatrolarunum

Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, var eingin djúpvatnstrolari, ei heldur nakar trolbátur til fiskiskap

Meðan partrolarar eru til fiski­skap og landa, sum vik­an gongur, lógu allir djúp­vatnstrolararnir upp undir endan av síðstu viku.
- Partrolararnir fiska upsa, og djúp­vatns­trol­ar­ar­nir fara út aftur, tá veðrið batn­ar.
Fiskamarknaður Føroya visti fríggjadagin at siga, at allir trolbátarnir liggja inni, og teir fara eisini út aftur, tá veðr­ið batnar.
Í sínum metingum fyri hesa vikuna, segði marknaðurin, at eitt garnaskip fiskar svart­kalva.
- Í løtuni er ikki greitt, nær skipið kemur inn at landa, men tað verður helst síðst í hesi vikuni, sigur Fiska­marknaður Føroya.
Tvey garnaskip aftrat fiska svartkalva, og tey frys­ta veiðina umborð.