Talv
Eftir sjey umfør í 37. talvolympiaduni í Torino í Italia hava Føroyar 14 stig. Seks umfør resta í.
14 stig kundi ljóðað sum eitt higartil gott úrslit, men hyggja vit at mótstøðuni, er úrtøkan einki serlig at reypa av. Stórsigurin sunnudagin ímóti Macau er tó sjálvsagt nakað at fegnast um og somuleiðis ein ábending um, at vend er komin í heldur soltnu úrslitini. Føroyar eru styrkismettar nr. 80 og eru í løtuni á deildum 75. plássi. 148 lond telva við í OL.
Favorittarnir úr Russlandi (Vladimir Kramnik (2729) mannar 1. borð) eru á 2. plássi við 20 stigum, meðan Armenia - við Levon Aronian (2756) - er fremst við 21 stigum. Kuba er nr. 3 við 19,5 stigum.
Sviar og danir standa seg higartil væl við 18,5 stigum og deildum 8. plássi. Magnus Carlsen og hansara norsku liðfelagar hava 17 stig, meðan íslendarar einans hava 14 stig.
Helgi mest brúktur
Liðleiðarin á føroyska landsliðnum er Finnbjørn Vang. Hann er somuleiðis varaforseti í Talvsambandi Føroya. Finnbjørn hevur fyrr roynt seg sum liðleiðari, nevniliga í 1998, tá ið OL varð telvað í Elista í Kalmykia.
Helgi Dam Ziska hevur sum tann einasti á føroyska liðnum telvað øll sjey talvini. Hann hevur 3,5 stig, og tað er á heilt góðari leið. Helst hevur Finnbjørn givið Helga fullan stuðul og møguleika at telva øll umførini orsakað av góða viðrákinum seinasta árið og orkuni hjá 15 ára gamla stórtalentinum.
Maðurin á 1. borði, John Arni Nilssen, hevur ikki havt eina serliga góða fyrru helvt. Men sigurin í 7. umfari hevur ivaleyst givið honum sjálvsálitið aftur. John Arni hevur 2,5 av 6 møguligum.
Føroyameistarin Martin Poulsen hevur kanska skuffað mest. 1,5 stig av 5 er ikki nøktandi. Miðalmótstøðan hevur tó verið hørð, nærum 2400 í rating.
Mr. OL
John Rødgaard er toppskorari við 4 stigum av 6. John hevur altíð, síðani hann fyrstu ferð umboðaði Føroyar í 1984, havt góðar OL-kappingar, og tíbetur tykist góða gongdin at halda fram. Eftir eina trilvandi byrjan, hevur John vunnið seinastu trý talvini og hevur nú telvað omanfyri sína væntaðu skoru.
Hans Kristian Simonsen er sloppin ofta fram at talvborðinum í hesari olympiadu. Eykamaðurin hevur sanniliga tikið av møguleikanum, tá ið føstu telvararnir hava snávað. Hans Kristian hevur 2,5 stig av 4.
Í 8. umfari mánadagin hitta Føroyar Tatjikistan, ið er styrkismett nr. 106. Tatjikistan hevur ein stórmeistara og ein altjóða meistara á liðnum, men sum heild eru teir kortini veikari enn føroyska liðið á pappírinum.
Einkultúrslitini:
John Arni Nilssen2,5 av 6
Martin Poulsen1,5/5
John Rødgaard4,0/6
Helgi Dam Ziska3,5/7
Hans Kristian Simonsen2,5/4