Í 1978 stóð Hotel Vágar klárt at taka í nýtslu. Og nú góð 20 ár seinni og sum vit fara inn í nýggja øld verður nógv gjørt, so Hotel Vágar stendur mát á bæði ein og annan hátt. Javnan hava broytingar verið gjørdar hesi góðu tjúgu árini, og tað er eisini ætlanin framyvir. Herfyri ella rættari tann 1. mars var Kent Christensen settur dagligur leiðari, og ein av høvuðsuppgávunum hjá honum verður júst at »fríðka hotellið«, sum hann sigur.
? Ætlanin er at fara ígjøgnum alt hotellið, sum tekur tíð, og vit hava eisini longu fingið onkra broytingar framdar við tað at tvey kømur longu eru gjørd til fólk við astmu- og allergisjúkum. Vit eru einasta gistingarhús í landinum, sum hevur hugsað um henda bólk eisini, sigur Kent Christensen.
Fundar- og skeiðvirsksemi
Og treytin er eisini, at kømurini øll eru á høgum støði, tí tað koma alt fleiri og fleiri bæði einstaklingar og bólkar á Hotel Vágar. Hotellið liggur beint við flogvøllin, so gamaní er at koma beinleiðis úr flogfarinum og finna sær eitt kamar á hotellinum. Skeiðvirksemið á hotellinum er økt munandi seinnu árini, og eitt nú hevur Dansk Rederiforening sín árliga fund á hotellinum í Vágum. Fundarhølini eru góð og rúma um 150 fólkum.
Og viðvíkjandi kostnaðinum hjá útlendskum fyritøkum, serliga donskum, at koma til Føroyar at fundast og hava skeiðir, sigur Kent Christensen, at tað er so at siga eingin munur á at hava skeiðir her og niðri. Kostnaðurin fyri hvønn luttakar er 450 krónur um náttina við øllum, og hetta fær ikki verið bíligari. Aftrat tí fáa útlendsku skeiðluttakararnir so upplivingar, sum teir ikki fáa aðrastaðni, og samstundis verður skipað fyri útferðum í Føroyum.
? Tað kemur meiri enn so fyri, at tá ið skeiðir verða hildin her og tíðin er komin at fólk skulu fara heim aftur, ynskja fleiri at støðga nakrar dagar aftrat, tí tríggir dagar vóru nakað lítið, sigur ein errin Kent Christensen.
Útbygt
Hotel Vágar hevur eisini fingið egið vaskarí, sólrúm og billiardborð, og fyri ikki so langari tíð síðan, var nýggi tilbygningurin tikin í nýtslu. Hetta er goymslubygningur at betra um umstøðurnar í køkinum, tí virksemi bara økist, og nú ein komandi oljuvinna stendur fyri durum, er einki at siga um at Hotel Vágar eisini brynjar seg at taka ímóti øllum tí, sum henda vinna hevur við sær og krevur.
Spurdur, um ætlanin er at leggja eina hædd omaná bygningin aftrat, tá Hotel Vágar bert hevur 23 dupultkømur og 2 svitir, sigur Kent Christensen, at ætlanirnar liggja kanska nakað langt frammi í tíðini, men so verður tað ikki bert tann eina hæddin, men fleiri hæddir.
Umframt at vera gistingarhús hjá ferðandi, sum leggja sær leiðirnar í Vágar, skipar Hotel Vágar eisini fyri tiltøkum av meiri lokalum slagi. Seinasta leygarkvøld var »newzealenskt kvøld« á hotellinum, og nú upp undir jóla, eru fleiri spennandi tiltøk á skránni hjá Hotel Vágum.