Stóu seg væl

Føroysku svimjigenturnar, sum um vikuskiftið royndu seg í norðurlendskari meistarakapping, stóðu seg væl

Heidi Andreasen og Esther Gaard Hansen, luttóku um vikuskiftið í stóru kappingini, Nordic-Cup 2000, sum var hildin í Greve.

Hóast tað ikki gjørdist til nøkur gullmerki á hesum sinni, so stóðu tær báðar seg sera væl, og millum teir 200 luttakararnar, sum vóru við í kappingini.

Esther luttók í seks kappingargreinum, og tað eydnaðist henni at vinna sær tvey silvurmerki og eitt bronsumerki. Harumframt eydnaðist tað henni eisini at svimja seg undir kravtíðina til Paraolympisku leikirnar í 100 metra firvaldasvimjing.

Heidi fekk eingi heiðursmerki hesu ferð, men hon stóð seg kortini sera væl, og varð m.a. nr. 4 í 100 metra ryggsvimjing.

Hjá báðum gentunum var talan um lið í fyrireikingunum til Paraolympisku leikirnar í Sydney, sum verða hildnir komandi heyst.

Enn er tó ikki væntandi, at úrslitini verða á hædd við tey, sum núverandi venjari teirra, Katrin Johansen, fekk í 1988, men tær báðar hava tíðina fyri sær, so møguliga er er talan um tveir komandi føroyskar gullfiskar.