Føroyar vóru um vikuskiftið vertir fyri Northen European Championship í amboðsfimleiki. Fimleikarar úr nógvum londum luttóku, og tað eydnaðist ikki nøkrum føroyingi at koma í finaluna.
Sum fyriskiparar stóðu føroyingarnir tó royndina. Tað heldur ein av føroysku fimleikarunum, Bogi Berg.
- Fyriskipararnir megnaðu uppgávuna heilt framúr væl. Alt riggaði væl, bæði til sjálvu kappingina, men eisini tá tað kom til tey praktisku viðurskiftini, sum t.d. transport og kunning. Summir av fimleikarunum hava enntá sagt, at hetta hevur verið best fyriskipaða NEC nakrantíð, sigur Bogi.
- Føroyar hava sostatt prógvað, at vit væl og virðiliga kunnu vera vertir fyri slíkum kappingum. Fyriskipararnir eiga nógv rós uppiborið, sigur Bogi Víðari.
Bogi Berg er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann greiðir nærri frá um kappingina og eitt nú eisini hvussu tað gekst hjá honum sjálvum og hinum føroyingunum.









