U?17, EM-UNDANKAPPING
Eftir javnleikin ímóti Wales varð í Sveis lagt upp til finalu í undankappingarbólkinum, tá Føroyar og Sveis skuldu spæla fríggjakvøldið.
Men har var yvirhøvur eingin spenningur. Sveisiska heimaliðið vísti seg at vera væl betri, enn føroyska liðið var. Bæði mann ímóti manni og í liðavrikinum. Mótstøðumenninir vóru kropsliga betri fyri, teir vóru skjótari, teir dugdu betri við bóltinum, og teir høvdu sera gott spælskil.
Tað vóru ikki farnir fleiri enn tíggju minuttir, tá heimaliðið var frammanfyri 3?0. U?17 landsliðini spæla tvær ferðir fjøruti minuttir, og longu í 41. minutti øktu teir til 4?0. So skoraðu teir aftur í 45., 70. og 76. minutti.
Lagið á føroyska liðnum var sjálvandi einki serligt, og tað gjørdist ikki betri av, at ein av stuðulsspælarunum, miðverjin og stóra frísparkshóttanin, Rasmus Nolsøe, longu eftir tjúgu minuttir noyddist at fara av vøllinum, tí hann var vorðin liðbandsskaddur í knænum.
Tá var neyðugt at gera fleiri broytingar á liðnum. Marni Djurhuus fór av miðvøllinum og í miðverjuna, og Jústinus R. Hansen av høgra vongverja og á miðvøllin, og Bergur Midjord kom inn á vongverjan.
Føroyska liðið var frá fyrsta bríksli mannað við teimum somu ellivu sum ímóti Wales:
Gunnar Nielsen, HB ? Jústinus R. Hansen, NSÍ, Eli Thorsteinsson, HB, Rasmus Nolsøe, TB (Bergur Midjord, B36, 19.), Jónas Þór Næs, B36 (Hanus Thorleifsson, Skáli, 51.) ? Bárður H. Joensen, HB (Páll M. Joensen, HB, 68.), Símun Samuelsen, VB, Marni Djurhuus, EB/Streymur, Magnus Skoralíð, GÍ ? Jóhan Petur Olsen, B68, Rókur Jespersen, liðformaður, HB
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn sótu Búgvi Øster, EB/Streymur, Allan Kjærbo, VB, Jósup Henriksen, KÍ og Poul N. Poulsen, VB.