Tað var ein ræðulig løta hjá húsavíkingum um fýratíðina seinnapartin mánadagin, tá ið ógvusligt brim sendi trý áttamannafør, sum lógu inni í bátahylinum, til botns, meðan bygdarfólk hjálparleyst stóð og hugdi at.
Aldrin upplivað líknandi kreftir
Ein av teimum trimum bátunum, sum fór til botns, var "Jens Pauli", sum hjúnini Liljan og Janus Sørensen í Húsavík eiga. Liljan, sum er ættað úr Havn, greiðir frá, at tey 17 árini, sum hon hevur búð í bygdini, hevur hon aldrin upplivað nakað líknandi. ? Tað vóru einar øgiligar kreftir, sum tá vóru upp á spæl. Brimbrotini vóru sum húsaveggir, og tey skolaðu inn yvir bátahylin, greiðir Liljan Sørensen frá.
Nógva brimið í Húsavík byrjaði longu leygardagin, men sunnudagin eydnaðist tað monnunum í bygdini at fáa tríggjar smábátar, sum eisini lógu í bátahylinum, drignar upp á turt, men tað eydnaðist ikki at fáa tey trý áttamannaførini upp, sigur Liljan Sørensen.
Fóru við stuttum millumbili
Klokkan fýra seinnapartin mánadagin var brimið so mikið ógvusligt, at tey trý áttamannaførini ikki megnaðu at halda tørn móti øgiligu náttúrukreftunum. ? Okkara bátur var tann fyrsti, sum fór. Tað var ræðuligt at síggja. Hann stóð beint upp og niður, áðrenn hann fór til botns, greiðir Liljan Sørensen frá. Tað gingu heldur ikki meiri enn einir fimm minuttir, so fór tann næsti báturin, sigur Liljan, og lítla løtu seinni fór tann seinasti.
? Tað varð ræðuligt bert at standa og hyggja at, men samstundis kann man gleðast um, at talan einans er um materiellan skaða, og at eingin mansskaði var. At gera eina roynd at bjarga bátunum, áðrenn teir fóru til botns, hevði verið óðamannaverk, tí líkindini vóru so ring, sigur Liljan Sørensen.
Vóru allir tryggjaðir
Tíbetur vóru allir tríggir bátarnir, sum fóru til botns, tryggjaðir, men missurin er sjálvsagt stórur. Í gjár kom fólk frá tryggingini suður at meta um skaðarnar, og ætlanin var at fáa froskmann niður at kanna bátarnar nærri. Allir tríggir bátarnir liggja framvegis á botninum í bátahylinum, og tá ið tryggingin hevur gjørt sínar kanningar, verður avgjørt, hvat síðani skal henda við bátunum.
Bátahylurin í Húsavík liggur rættuliga ábart, og tryggingarfeløgini tryggja bert hylin í tíðarskeiðinum frá mai til oktobur, sigur Liljan Sørensen. ? Bátarnir liggja tí ikki í hylinum í hesum tíðarskeiðinum, men vit hava eisini upplivað, at okkara bátur hevur verið fullur av sjógvi orsaka av illveðri, sum hevur verið á jóansøku, sigur Liljan Sørensen at enda.