Stættarfløkja

Yrking

Nú gorra tey alvorliga, tey, sum á rókum sita,
ikki minst tey, sum árliga svølgja hvørjum bita.
Sum geykaungin troðkar øll hini úr reiðri,
vilja hesir mentunarpávar, at bert teir skulu fáa meiri.
Nei, nú skal ikki ein og hvør av Pallebasa stætti
geva bøkur og fløgur út og ganga runt í hatti.
Nú skulu bara vit vælbjargaðu, vit akademisku, skúlaðu, argaðu,
øll tey professionellu, genialu og ikki hesi banalt, sentimentlu,
sleppa runt um trogið at dansa, vit eru jú so við, uttan vansa,
at ganga runt í akademisku háborgini og svansa.
Hvusssu kann nakar halda, at ein sjómaður, ein sovorin apa,
skal kunna skriva, syngja og skapa?
Og ein timburmaður, við hondum sum ein risi,
hvussu skuldi hann havt lisið?
Hvussu skuldi Palleba við sínum 7 ára skúla,
hvussu skuldi Pallina, den kúla,
hvussu skulu tey halda, at tey eru nakað?
Allar bøkur, fløgur og málningar, tey árliga út geva,
skuldi alt verið aftur í høvdið á teimum blakað!
Og sjálvt, um tey sjálv gjalda tann kassa,
sum vit professionellu eru sett at passa,
so meina vit akademisku, summi í hatti,
at í Føroyum er nokk við einum mentunarstætti.

Valdemar