Russland hevur kallað til skundfund í ST-trygdarráðnum um álopini hjá USA í Irak og Sýria í gjár.
- Vit hava kravt ein skundfund í trygdarráðnum um hóttanina móti friði og trygd.
Russiski ST-sendimaðurin, Dmitrij Poljanski, sigur, at álopini hjá USA í gjár í Irak og Sýria skapa ótryggleika.
Eftir at ein amerikansk støð í Jordan herfyri varð álopin av hernaðarligum bólkum, sum verða stuðlaðir úr Iran, hevur USA svarað aftur.
Triggir amerikanskir hermenn lótu lív og fleiri vórðu særdir í álopinum í Jordan, og amerikanski forsetin, Joe Biden, lovaði hevnd.
Í gjárkvøldið leyp USA á fleiri mál í Irak og Sýria, har landið heldur, at hernaðarligu bólkarnir, sum verða stuðlaðir úr Iran, halda til.
Russland vil hava ST-trygdarráðið at umrøða amerikansku álopini, og sum skilst verður fundurin mánakvøldið komandi.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.