ST-tiltøk ímóti Gaddafi

ST-trygdarráðið samtykti í nátt at krevja, at harðskapurin í Libya skal steðga alt fyri eitt, og at myndugleikarnir geva útlendskum mannarættindaeygleiðarum innferðarloyvi. Harafturat vil ST hava libysku leiðsluna at veita útlendingum, sum eru í landinum, fulla trygd.

Samtyktin hjá trydarráðnum ber eisini í sær, at hald verður lagt á allar ognir hjá Gaddafi-stýrinum uttanlands, og at allur vápnahandil við Libya steðgar.

Sum væntað samtykti trygdarráðið eisini eitt ferðarbann, sum ber í sær, at Gaddafi og 15 aðrir einstaklingar kunnu ikki fara til nakað annað land.

At enda samtykti trygdarráðið at kanna, um Gaddafi er sekur í brotsverki ímóti mannaættini. Í hesum viðfangi verður nevnt, at minst 1.000 fólk hava latið lív í ófriðinum í Libya teir seinastu tíggju dagarnar.