ST til hava tiltak ímóti Sýrialandi

ST mælir nú altjóða samfelagnum til at taka stig til at verja sivilfólkið í Sýrialandi ímóti tí, sum heimsfelagsskapurin kallar "eirindaleysa kúgan". Tilmælið kom frá ST-hákommiserinum í mannarættindamálum, Navi Pillay, á einum fundi í Geneve.

Hon segði, at vandi er fyri veruligum borgarakríggi í Sýrialandi, um ágangurin frá teimum sýrisku myndugleikunum ikki verður steðgaður nú.

Hákommiserurin segði, at sambært teimum upplýsingum, sum ST hevur, hava meiri enn 4.000 fólk latið lív, síðani myndugleikarnir settu herin ímóti mótmælis- og uppreistrarfólki. Pillay segði, at millum teirra, sum hava latið lív, eru 307 børn.

ST hevur harafturat upplýsingar um, at meiri enn 14.000 fólk eru sett í varðhald.