ST viðgongur nú, at felagsskapurin sveik, tá umleið 500 kvinnur og børn vóru fyri kynsligum og øðrum ágangi har eysturi í Kongo í summar. Tað segði Atul Khare, varaaðalskrivari, á einum fundi við trygdarráðið í nátt.
Sum varaaðalskrivari hevur hann ábyrgdina av friðarvarðveitandi tiltøkum hjá heimsfelagsskapinum, og ST sendi hann til Kongo at kanna, hvussu umfatandi ágangurin ímóti kvinnunum og børnunum veruliga var. Í frágreiðingini til trygdarráðið segði hann, at veruleikin var verri, enn tíðindini søgdu.
Tað var í juli, at uppreistrarmenn gjørdu seg inn á kvinnur og børn í einari bygd har norðuri í Kongo, men hóast ST-hermenn vóru í einari legu nærhendis bygdini, varnaðust teir einki og gjørdu tí heldur einki.










