ST skal umskipast

ST-aðalskrivarin hevur sett 16 fólk at kanna heimsumfatandi hóttanir og at umskipa sjálvan heimsfelagsskapin. Millum tey útvaldu er fyrrverandi norski forsætisráðharrin Gro Harlem Brundtland

ST skal umskipast. Tað er neyðugt, so heimsfelagsskapurin skal vera førur fyri at taka sær av teimum nýggju hóttanunum, sigur Kofi Annan, aðalskrivari. Hesum boðaði hann frá longu fyri einum mánað síðani, og nú hevur hann so sett ein væl mannaðan bólk at gera uppskot um neyðugar broytingar.

Millum tey útvaldu eru fyrrverandi russiski forsetin Jevgenij Primakov, fyrrverandi kinesiski uttanríkisráðharrin Qian Qichen, fyrrverandi amerikanski trygdarráðgevin Brent Scowcroft, fyrrverandi avstralski uttanríkisráðharrin Gareth Evans og fyrrverandi norski forsætisráðharrin Gro Harlem Brundtland. Onnur umboð eru úr Afrika, Latínamerika, og formaðurin í Arabisku Samgonguni, egyptin Amr Moussa, umboðar tann arabiska heimin.

Gro Harlem Brundtland fór fyri stuttum frá sum leiðari í heimsheilsustovninum WHO eftir at hava røkt starvið í fimm ár. Nú er hon aftur vald til eitt leiðandi starv hjá ST. Við norska sjónvarpið sigur hon seg vænta, at bólkurin millum annað fer at umrøða spurningin um at víðka ST-trygdarráðið, sum í dag hevur 15 limir. Men bólkurin skal eisini umrøða nógv onnur mál, serliga á trygdarøkinum