ST skal ikki umsita hvalaveiði

Eitt uppskot um at geva ST ein størri leiklut í spurninginum um at gagnnýta hval vann ikki frama á ársfundinum hjá Altjóða Hvalaveiðiráðnum, sum endaði í Panama í gjár. Tað var Monako, sum kom við uppskotinum, men tað vann ikki frama. Eitt nú vóru Ísland, Noreg og Japan ímóti tí.

Japanski sendimaðurin, Akima Umezawa, segði, at Japan er ímóti, at ST skal taka avgerðir um at friða ella gagnnýta hvalin, og norski sendimaðurin, Ole-David Stenseth, helt fyri, at spurningurin um hvalaveiði eigur ikki at vera eitt mál, sum ST skal taka sær av.

Vanliga er tað ikki nógv, sum tey 89 londini í hvalaveiðiráðnum kunnu semjast um, men hesaferð samdust tey um at taka undir við at kanna, hvussu hvalatvøst ávirkar heilsuna hjá fólki.