ST skal fordøma Sýrialand

Tíggju lond, teirra millum Danmark vilja hava ST-aðalfundin at fordøma ta harðrendu framferðina hjá sýrisku myndugleikunum ímóti mótmælisfólki. Londini hava orðað eitt uppskot, sum fordømir stýrið í Damaskus, og sum styðjar royndirnar hjá Arabisku Samgonguni at loysa trupulleikarnar á ein friðarligan hátt.

Danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, sigur, at tann greiða støðan hjá Arabisku Samgonguni hevur gjørt, at tann sýriska leiðslan er komin undir munandi størri trýst, og at tað ræður um brúka hetta høvið til at leggja enn størri trýst á Bashar al-Assad, forseta.

Londini, sum standa aftan fyri uppskotið, eru Bretland, Týskland, Frakland, Svøríki, Noreg, Danmark, Jordan, Marokko, Saudiarabia og Qatar.