Tað var ein vælnøgdur stjóri, sum kundi bjóða stóru mannafjøldini vælkomna í henda nýggja stásiliga bygningin. Eitt, sum tú legði til merkis var, at vóru fólk úr øllum landinum.
Lagið var sera gott, og onkrir gamlir kenningar hjá bygninginum vóru sera hugtiknir av stóru broytingini - gamla Fiskasølubygninginum hevði verið fyri. Onkur teirra hevði á orði, at honum longdist omanaftur, nú útsýnið er vorðið so sera gott. Hann helt fyri, at nú bar betur til at fygja vit tí, ið hendir á firðinum, og síggja vøkru Nólsoynna.
? Føroya Sparikassi keypti bygningin frá Føroya Fiskasølu í 1996. Og í 1998 vóru arbeiðini boðin út. Arbeiðið upp á bygningin hevur gingið sera væl, og vit eru sera væl nøgdir við avrikið, segði Marner Jacobsen, stjóri.
Bygningur kostar sum hann stendur ? íroknað keypið og við innbúgvi og installatiónum 53 milliónir. Henda prísin eru vit nøgdir við, sigur Marner Jacobsen. Tað hevði verið nógv dýrari at bygt ein nýggjan bygning. Hann heldur eisini, at bygningurin liggur sera væl fyri yviri við Strond.