Stásiligur samkomusalur í miðbýnum

Umleið 1000 fólk vóru til móttøku í Ebenezer leygardagin 11. november, tá bygningurin aftur varð tikin í nýtslu eftir eina stóra umbygging




Arbeiðið við at umbyggja Ebenezer hevur tikið eitt ár. Byrjað varð í november 2005. Umbyggingin umfatar báðar teir ovastu salarnar, wc og gongirnar í húsinum.
Ikki kann sigast annað enn, at húsið er stásiligt. Grótlagt gólv og gongsveggirnir móti salunum í øllum trimum hæddunum eru grótlagdir og harmonerar hetta sera væl. Stórur dentur er lagdur á ljóðviðurskiftini, sum nú eru framúr góð.
 
Sangkórið og dupltkvartettin settu sín serliga dám á løtuna. Øssur Berghamar hevði gjørt ein serligan sang til dagin, sum sangkórið sang, og Jóannes á Váli spældi á nýggju urguna.
 
Napoleon Vang og Osmund Justinussen greiddu frá um søguna hjá Ebenezer og um umbyggingina. Heilsanir vóru frá arkitektinum Pascale Nemery, Jógvani á Lakjuni, mentamálaráðharra, og Heðini Mortensen, borgarstjóra, sum øll bóru góðynski fram fyri Ebenezer.
 
Eftir at Heini Heinesen endaði løtuna, vóru kaffi og køkur at fáa í niðara sali, og fólk kundu ganga runt í húsinum, og síggja tað sum er gjørt. 
Ebenezer hevur verið á sama staði við Sverrisgøtu í meira enn 100 ár. Tann fyrri salurin stóð liðugur í 1905. Í 1932 var bygt uppí, men í 50-unum bleiv salurin ov lítil, og tí máttu størri hús byggjast. Tað Ebenezer, ið vit kenna í dag, stóð tað liðugt í 1963.
Upp gjøgnum tíðirnar eru smærri umvælingar og broytingar gjørdar, men hetta er fyrsta stóra umbygging, sum er gjørd síðan tá. Fyri nøkrum árum síðan varð ein lyfta millum hæddirnar tikin í nýtslu.
Í Ebenezer eru tríggir salir við umleið 1200 sitiplássum, har teir minnu salirnir hava stórskíggjar, so øll kunnu fylgja við tí sum fer fram.