Løgmaður Føroya, Aksel V. Johannesen, er vertur, nú stásdøgurði er í Norðurlandahúsinum fyri hennara hátign, Margretu, drotning.
Løgtingslimir, embætisfólk og onnur, ið hava verið um drotningina hesar dagarnar eru boðin til stásdøgurðan í Norðurlandahúsinum, sum matstovan Koks veitir mat til.
Ymisk tónleikalig innsløg eru á skrá. Ólavur Jakobsen og Sámal Petersen hava spælt tónleik, barnakórið Cantus og kvinnukórið Kata hava verið á palli og seinni skal Marius spæla og Olaf Johannesen lesa yrkingar fyri drotningini og gestunum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Margreta, drotning, hava hildið røðu.
Løgmaður nam í síni røðu við vitjanina hjá hennara hátign í 1959, tá hon 19 ára gomul vitjaði saman við foreldrum sínum og systir síni.
- 9. juli 1959 var ein dagur sum allir aðrir, men tó kortini heilt serligur. Havnafólk stimaðu út á bryggjuna at síggja Dannebrog og kongafamiljuna. Føroysku bløðini frá tíðini lata tað ongan iva vera um, at fólk vóru mest spent um at síggja trúnarvingin, 19 ára gomlu krúnprinsessu Margretu, segði løgmaður.
Hann vísti á, sum drotningin eisini sjálv hevur nevnt fyrr í dag, at tað var á hesi vitjan, at hon fekk føroysku klæði síni, og løgmaður viðmerkti, at kvinnufelagið, sum gav henni føroysku klæðini, var sera fegið um, at hon longu á fyrstu vitjan síni nýtti hesi klæðini.
Hennara hátign, drotning Margreta, takkaði fyri tann stóra blíðskap, sum henni er sýndur á hesi ferðini, og nýtti høvi at heilsa teimum, sum eisini í fjør høvdu lagt so nógva orku í at fyrireika kongavitjanina, sum kortini varð av ongum. Hon lat eisini heilsa frá Hendrik, prinsgemali.









