Trygdarráðið hjá ST hevur samtykt at seta tiltøk í verk ímóti Norðurkorea. Tiltøkini eru vend ímóti trimum norðurkoreonskum fyritøkum, sum tað almenna eigur.
Avgerðin hjá trygdarráðnum er ein avleiðing av, at Norðurkorea gjørdi eina miseydnaða rakettroynd í síðsta mánað, hóast umheimurin hevði mótmælt.
- Eftir okkara tykki er hetta eitt munagott stig, segði amerikanski ST-sendiharrin, Susas Rice, aftan á samtyktina í trygdarráðnum.
Sambært Rice eru tær tríggjar fyritøkurnar tengdar at teimum norðurkoreonsku rakett- og kjarnorkuverkætlanunum.