Trygdarráðið hjá ST samtykti í dag at herða tiltøkini ímóti Iran fyri at noyða landið at sleppa sínum kjarnorkuætlanum. Samtyktin var úrslitið av samráðingum í fimm mánaðir millum teir føstu limirnar í trygdarráðnum, USA, Bretland, Frakland, Russland og Kina umframt Týskland.
Eftir samtyktini er tað bannað øllum londum at selja Iran tyrlur og rakettir, samstundis sum lond skulu leggja hald á pengar hjá iranskum fyritøkum, sum hava samband við kjarnorkuætlkaninar. Harafturat fáa fleiri iranar forboð fyri at ferðast uttanlands.
Tólv av londunum í trygdarráðnum atkvøddu fyri tiltøkunum. Brasil og Turkaland atvkøddu ímóti, og Libanon atkvøddi ikki.
Ein talsmaður fyri iransku stjórnina segði seinnapartin, at samtyktin fer at gera samráðingarnar um kjarnorkuætlaninar uppaftur truplari, enn tær eru.