Trygdarráðið hjá ST hevur júst samtykt eitt uppskot um at seta flúgviforboð í libyskum luftrúmi. Undan atkvøðugreiðsluni var spurningurin, um Kina og Russland fóru at atkvøða ímóti uppskotinum, men tá atkvøtt bleiv, atkvøddu 10 lond fyri, og hini fimm atkvøddu ikki. Teirra millum, sum ikki atkvøddu, vóru Russland og Kina.
Eftir samtyktini er flúgviforboð lýst í libyskum loftrúmi. Endamálið er at forða libysku myndugleikunum at brúka flogfør í bardaganum við uppreistrarmenninar. Samtyktin gevur eisini loyvi til álop á libyskar herstøðir á landi.
Keldur í New York siga í kvøld, at tað fer at taka einar tveir dagar at skipa eitt veruligt flúgviforboð. NATO-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, segði í dag, at samgongan er fyrireikað til at tryggja eitt flúgviforboð.