Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, MBF, vil hava løgmann at virka fyri, at ST-sáttmálin um rættindini hjá brekaðum verður settur í gildi í Føroyum. Tað lovar løgmaður.
MBF sigur, at tað er neyðugt at fáa sáttmálan settan í gildi í Føroyum, tí tað er tørvur á honum.
Felagið hevur tí biðið Jóannes Eidesgaard, løgmann, skipa so fyri, at ein arbeiðsbólkur verður settur at gera tær neyðugu fyrireikingarnar, so Føroyar kunnu staðfesta sáttmálan. Bólkurin skal eisini kanna, hvussu tað stendur til við rættindunum hjá brekaðum í Føroyum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, segði við Útvarpið í dag, at hann tekur áheitanina fyri MBF í størsta álvara, men hann ásannaði samstundis, at nógv arbeiði skal gerast, áðrenn Føroyar kunnu staðfesta sáttmálan.