Stórveldini mugu standa saman ímóti Assad

Hóast fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan sigur seg vera vónbrotnan av tí, sum hann fekk burtur úr fundunum við sýriska forsetan, Bashar al-Assad, ætlar hann sær at gera eina roynd afturat. Hesaferð fer hann ikki sjálvur til Damaskus, men ein sendinevnd fer hagar í næstu viku at tosa við sýrisku leiðsluna.

Tað upplýsti Kofi Annan, tá hann í dag greiddi ST-trygdarráðnum frá royndum sínum at fáa enda á tí blóðuga ófriðinum í Sýrialandi. Samstundis bað hann stórveldini í trygdarráðnum standa saman ímóti sýriska forsetanum.

Tey seinastu tølini siga, at meiri enn 8.000 fólk hava latið lív í ófriðinum í Sýrialandi, síðani hann tók seg upp fyri einum ári síðani, og í dag frættist frá ógvusligum brestum í fleiri býum.