Illveðrið hevur eisini gjørt um seg í Dímun, har eyðkendu múrarnir hava fingið stóran skaða.
– Í gjár gjørdist veðrið verri, enn vit høvdu væntað. Morgunin var so hampuligur, men seinnapartin vaks hann skjótt upp í ógvusliga styrki.
Soleiðis skrivar Dímunagarður á Facebook í dag.
Tey greiða frá, at seint seinnapartin í gjár hendu størri skaðar í oynni.
– Størstu skaðanir vóru múranir um húsini og ein hjallur, sum fóru illa í vindinum. Bæði eystari og vestari múrur rapaðu samstundis, so tá hevur staðið nógv á, skriva tey.
##med2##
– Í dag hava vit fingið yvirlit yvir skaðar og annars roynt at pjøssað uppá, har tað er neyðugt.Stórt arbeiðið liggur fyri framman, sum nú skal tilrættisleggjast.
##med3##