Stórur vandi at lata alivinnuni almennan stuðul

Tað er óheppið, at fólkaflokkurin kemur við eini fráboðan um, at Alivinnan skal kanska hava almennan stuðul, uttan at tosa við samgonguna um tað fyrst

Kreppuhjálp til alivinnuna

? Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað almenna nú skal undir at veita alivinnuni almennan stuðul. Kári Højgaard, formaður sjálvstýrisfloksins, sum eisini er í samgongu, er ógvuliga ivingarsamur um ætlanina at lata alivinnuna almennan stuðul.
Í fjølmiðlunum seinastu dagarnir hevur fólkaflokkurin róð framundir at geva alivinnuni almenna kreppuhjálp.
Men tað tykist sum um at fólkaflokkurin er mestsum einsamallur um at halda, at hetta er eitt gott hugskot, tí sum tað framgongur av øðrum greinum í blaðnum, eru hinir tríggir samgonguflokkarnir alt annað enn fegnir um fráboðanina frá fólkaflokkinum.
Kári Højgaard er formaður í øðrum tí lítla samgonguflokkunum og hann dugir ikki at ímynda sær, at alivinnan fer at fáa almennan stuðul.
? Vit hava eisini eina rækjuvinnu, sum ekur á knøunum og tað er ótrúliga vandamikið at fara undir aftur at veita vinnuni almennan stuðul.

Vinnan skal vera stuðulsfrí
-? Tað hevur verið almenni politikkurin, at vinnan skuldi vera stuðulsfrí og vit hava lagt okkum á tann bógvin, at tað almenna leggur karmarnar og skapar fortreytirnar og stuðla vinnuni óbeinleiðis við at seta pening av til gransking og til íverksetarastuðul til nýggjar vinnur.
? Men haðani frá, eigur vinnan at klára seg sjálv og tað hava vit alla tíðina, arbeitt fram ímóti.
Kári Højgaard sigur, á fíggjarlógini er ikki ett oyra sett av til fíggjarliga hjálp til alivinnuna ella til nakra aðra vinnu og hann sigur, at tað er nóg trupult at fáa endarnar at røkka saman, sum er.
? Tí dugi eg heldur ikki at síggja nakran møguleika hjá tí almenna at hjálpa alivinnuni burturúr trupulleikarnar.
Tað hevur alla tíðina verið politikkurin hjá samgonguni, at vinnan skal ikki hava almennan stuðul og fráboðanin hjá fólkaflokkinum um at nú verður kannað um almennur stuðul skal latast alivinnuni, brýtur sostatt fullkomiliga við almenna politikin higartil.
Og Kári Højgaard dylir heldur ikki fyri, at hann heldur, at tað er stak óheppið, at fólkaflokkurin kemur fram við slíkum.
? Eg skilji ikki, at fólkaflokkurin kemur við eini fráboðan um, at tað almenna kanska fer at hjálpa alivinnuni, uttan yvirhøvur at hava tosað við samgonguna um tað frammanundan og tað er ómetaliga óheppið, sigur Kári Højgaard.