Stórur vøkstur í pensjónini seinastu árini

Hóast mangan verður sagt tað øvugta, so er veruleikin, at tøka føroyska pensjónin, tvs. aftaná skatt, stendur seg fullvæl móti tí donsku. Og nú frá 1.jan. 2008 fer hon eitt pettið upp um ta donsku

tøka føroyska pensjónin er nú omanfyri ta donsku

takkað verið vøkstrinum í Samhaldsfasta og lægri skatti

 

Hóast mangan verður sagt tað øvugta, so er veruleikin, at tøka føroyska pensjónin, tvs. aftaná skatt, stendur seg fullvæl móti tí donsku. Og nú frá 1.jan. 2008 fer hon eitt pettið upp um ta donsku.

 

Orsøkin til hetta er stóra hækkingin í Samhaldsfasta, sum hendir 1.jan. 2008, tá Samhaldsfasti fer upp við 370 kr. um mánaðin, úr 1860 til 2230 kr. um mán.

 

Samstundis er lógaruppskot til viðgerðar á løgtingi, sum hækkar viðbótina til ávísar pensjonistar, sum verður útgoldin 3 ferðir um árið, úr 5.556 kr. til 6924 kr. um árið.

 

Hóast donsku upphæddirnar eru hægri, so bera tær tó so høgan skatt, at nú er meira eftir til føroyska pensjonistin, enn tann danska, tá samanum kemur.

 

Tøka pensjónin – við Samhaldsfasta í Føroyum og ATP í Danmark, fyri 2008

- mánaðarliga, uttan aðra munandi inntøku enn pensjónina Danmark Føroyar Munur Stakur pensjonistur Grundupphædd 5.088 4.169 Viðbót 5.122 2.976 ATP* 1.655 Samhaldsfasti 2.230 Ældrechek 651 Viðbót til ávísar pensjonistar 577 - Tils. áðrenn skatt 12.516 9.949 -2.567 - Aftaná skatt 8.939 9.186 247 Hjún, bæði pensjonistar Grundupphædd 10.176 6.626 Viðbót 4.784 4.608 ATP* 3.311 Samhaldsfasti 4.460 Ældrechek 1.302 Viðbót til ávísar pensjonistar 577 - Tils. áðrenn skatt 19.573 16.268 -3.305 - Aftaná skatt 14.536 15.120 584 *) Danska ATP-útgjaldið er her eitt roknað miðal útgjald. Hægsta ATP-útgjaldið er um 1900 kr./mán., sum bert tey fáa, ið hava arbeitt fulla tíð heilt frá 1964, tá ATP varð sett í verk. Men nógv arbeiða hálva ella aðra niðursetta tíð, ella hava verið úr arbeiða í styttri ella longri tíð, vegma arbeiðsloysi, sjúku ella annað. Samsvarandi minni er so teirra útgjald úr ATP. Tí er í hesi talvu roknað eitt miðal ATP uppá 1611 kr./mán. eftir upplýsingum um miðalarbeiðstíðir frá Danmarks Statistik.

 

Føroyska viðbótin meira verd enn danski eldrakekkurin

Danski eldrakekkurin verður í hesi talvuni samanborin við føroysku viðbótina til ávísar pensjonistar. Tó er stórur munur á ! Danski eldrakekkurin er fult skattskyldugur og verður mótroknaður av aðrari inntøku longu frá 16.000 kr. um árið og er heilt burtur tá inntøkan kemur upp um 60.000 t. kr. Mótvegis hesum er føroyska viðbótin til ávísar pensjonistar ikki skattskyldug, og mótrokningin av aðraði inntøku byrjar ikki fyrr enn við 60.000 kr. fyri støk og 80.000 fyri hjún. Giftir pensjonistar fáa eina viðbót í felag.

 

Føroysku veitingarnar størri virði enn tær donsku

danska ATP gagnar bert pensjonistum, ið hava veri arbeiðsaktiv og bert eftir arbeiðsavriki

føroyski Samhaldsfasti fevnir um allar borgar sum hava fylt 67, og allir fáa somu fullu upphædd

danski eldrakekkurin er fult skattskyldugur og verður mótroknaður longu frá 16.000 kr og er burtur við 60.000 kr.

føroyska viðbótin til ávísar pensjonistar er ikki skattskyldug og verður ikki mótroknað av aðrari inntøku fyrr enn frá 60.000 fyri støk og 80.000 fyri hjún.

 

 

SHAPE * MERGEFORMAT

 

Stór hækking í pensjónini 2004 til 2008

Tá henda samgongan tók við, varð gjørt av at leggja stóran dent á at styrkja Samhaldsfasta, so at útgjaldið kundi hækka munandi. Í talvuni og myndini niðanfyri sæst hvussu stór henda hækkingin er – ikki er neyðugt at siga meir um tað, tí tað framgongur skilliga av bæði talvu og stabbamynd.

 

Pensjónsupphæddir mánaðarliga 1/1 1/1 Hækking 04-08 2004 2008 í kr. í % Grundarupphædd - stakur pensjónistur 4.169 4.169 0 0 % Pensjónsviðbót - stakur pensjónistur 2.544 2.976 432 15 % Grundarupphædd - giftir pensjónistar 3.313 3.313 0 0 % Pensjónsviðbót - giftir pensjónistar 1.969 2.304 335 15 % Samhaldsfasti 697 2230 1.533 220 % Stakur, Grundupph. + Viðbót + Samhaldsfasti 7.410 9.375 1.965 21 % Gift, bæði, Grundupph. + Viðbót + Samhaldsfasti 11.958 15.693 3.735 25 %

 

 

 

 

Framhaldandi menning av Samhaldsfasta

Bæði løgtingsins Trivnaðarnevnd og Fíggjarnevnd hava víst á, at neyðugt er við ávísum broytingum í Samhaldsfasta sum ein partur av føroysku almannapensjónini, sambært ásetingunum í norðurlendsku konventiónini um almannatrygd. Hetta snýr seg í høvuðsheitum um, at føroyingur, sum flytir í onnur norðanlond, hevur rætt til at fáa sín part av Samhaldsfasta við sær, alt eftir hvussu longi hann hevur búð her í landinum. Og øvugt, at ein tilflytari úr øðrum norðanlondum bert hevur rætt til tann lutfalsliga partin av Samhaldsfasta, ið svarar til tey ár hann hevur búð her, áðrenn hann gerst 67 ár. Hetta er serliga neyðugt at gera, segði Fíggjarnevndin í áliti t. 28.11.06, “tá útgjaldið nú gerst ein týðandi partur av tí almennu pensjónsskipanini”.

 

Hans Pauli Strøm,

landsstýrismaður