Stórur vøkstur i bókingunum

Vøksturin í bókingunum hjá Smyril Line er stórur í mun til í fjør, sigur marknaðarstjórin

Bókingarnar hjá Smyril Line eru í miðal øktar við umleið 15 prosentum í mun til hesa tíðina í fjør. Taka vit einstaklinganar burturúr, er vøksturin hjá hesum bólkinum heili 35 prosent, sigur Hendrik Egholm, marknaðarstjóri hjá Smyril Line.
Talan er um vøkstur yvir alla linjuna, sigur hann. Íslandsrutan er tann stóra inntøkan um summarið, men tá tað regnar á prestin, plagar sum kunnugt eiinni onkur dropi at loypa av til deknin eisini, sigur marknaðarstjróin. Og soleiðis er eisini her, sigur hann. Tey, sum fara til Íslands, plaga at steðga á í Føroyum og soleiðis eisini geva sín part her.
Hesi, sum fara við Norrönu til Íslands eru nógv fólk, sum ferðast við húsvognum. Og tey eru fleiri í ár enn í fjør.
Eisini úr Føroyum økjast bíleggingarnar, sigur marknaðarstjórin á Smyril Line. Føroyingar fara serliga eftir pakkaferðunum, sigur hann. Og tað tykist, sum feriusentrini í Danmark eru nógv umhildin ferðamál hjá føroyskum familjum.
Eisini hetlendingar fegnast um framgongdina í bókingunum hjá Smyril Line, sum tey siga seg merkja í hetlendsku ferðavinnuni. Har tosa tey beinleiðis um innrás av skandinaviskum ferðafólkum í summar.
Um orsøkina til øktu bókingarnar, sigur Hendrik Egholm, at tað millum annað kemst av meira ágangandi marknaðarføring. Og so tí stóra upplandinum, sum Smyril Line hevur bygt upp, sum hann tekur til. Her sipar hann til, a t felagið hevur nógvar skrivstovur og aðalumboð kring í Europa og eisini longri burtur í heiminum. So langt burturi sum í Australia, sita fólk og selja ferðir við Norrönu, vísir hann á.