Stórur vági við íløgum í tónleik

? Tað skal næstan altíð bera ella bresta við føroyskum íløgum í tónleik, og vandin er sera stórur fyri, at tað brestur, sigur stjórin hjá Kaupthing

Tað undrar ikki stjóran hjá Kaupthing í Føroyum, at føroyingar ikki gera stórar íløgur í tónleik.
? Tað er spell, at tað skal verða soleiðis, men eg skilji tað væl. Vit hugsa ofta við hjartanum, tá ið tað snýr seg um tónleik, men frá einum íløgusjónarmiði er tað ikki løgið, at føroyingar ikki gera stórar íløgur í tónleik, sigur Peter Holm.
Hann heldur, at vági er ov stórur til at gera íløgur í føroyskan tónleik.
? Tað skal næstan altíð bera ella bresta við føroyskum íløgum í tónleik, og vandin er sera stórur fyri, at tað brestur, heldur Peter Holm.
? Tá ið fólk ella feløg gera íløgur, so skulu tey finna eina javnvág millum tað, sum tey vilja vága, og tað, sum tey kunnu vinna, og tá vit tosa um tónleik, so er vágin sera stórur.
Stjórin heldur, at ein møguleiki hevði verið at gjørt íløgur í eitt stórt plátufelag, sum hevði nógvar tónleikarar undir sínum skjóli.
? At satsa nógvar pengar upp á ein ella tveir tónleikarar er ein so stórur kjansur, at tað er neyvan nakar, sum vil taka hann, heldur Peter Holm.
Hann vísir á, at stóru plátufeløgini uttanlands kunnu satsa upp á nøkur ókend og nýggj nøvn, tí tey hava eisini nógvar artistar, sum vinna felagnum nógvar pengar.
? Tað er sum við ein fótbóltsliði. Tað eru nakrir berandi spælarar, og so kanst tú taka nakrar nýggjar inn og satsa upp á teir. Tað fáa vit ikki gjørt í Føroyum, sigur hann.