Áhugin fyri seinna UEFA Cup dystinum hjá AaB ímóti Sampdoria er sera stórur. AaB stóð seg heilt væl í fyrra dystinum ímóti italska liðnum á útivølli, og javnleikurin, sum danska liðið hevði við sær heimaftur, er gott útgangsstøði til seinna dystin. Fyrsta tíman eftir fyrra dystin, vórðu 1000 atongumerki til seinna dystin, sum verður spældur í Aalborg, seld, og nú er talið á áskoðarum komið upp á 11.000.










