Stórur útrykningur í Vágar

Vælmannað løgregla hevur seinnapartin í dag verið í Vágum og handtikið ein mann, sum er sálarliga illa fyri.

Seint seinnapartin í dag fór vælmannað løgreglulið í Vágar, tí fráboðan var komin haðani um at koma vestur at taka sær av einum tilkomnum manni, sum var illa fyri sálarliga.

 

- Vit fóru vælmannað í Vágar - níggju løgreglufólk tilsamans - men í Vágum gekk alt tíbetur friðarliga fyri seg. Tá slíkar hendingar eru, er lækni sjálvsagt við, og tað kann taka sína tíð at avgreiða eitt slíkt mál.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at maðurin nú er komin undir læknahond á Landssjúkrahúsinum, har hann í hesum førinum er tvangsinnlagdur.

 

- Einki er hent, og alt tørnaði væl út. Nú er bara at vóna, at tilkomni maðurin fær hjálp fyri sína sálarstøðu, leggur vaktleiðarin aftrat.