Stórur trupulleiki eitt stig nærri eini loysn

Vónandi fáa vit nú loyst stóran ferðslutrupulleika í Sunda Kommunu, sigur borgarstjórin

Landsverk og Sunda Kommunu fara nú at seta eina nevnd at fáa greiði á, hvussu til- og frákoyringarnar úr bygdunum í Sunda Kommunu, í landsvegin, skulu skipast.

Kommunan hevur leingi arbeitt fyri at fáa skil á til- og frákoyringarnar, sum verða mettar at verða sera vandamiklar, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.

Eitt er, at til- og frákoyringarnar út á Landsvegin, eru alt ov nógvar í tali. Eitt annað er, at ongir lummar eru til bilar, sum skulu av landsvegnum og tí mugu teir standa mitt á vegnum og bíða eftir líkindum. Og tað stendst vandi av, tí nógvir bilar koyra á landsvegnum og ferðin mangan er høg.

Landsverk og Kommununa hava havt fund um málið og næsta stigið verður, at seta eina nevnd at stinga út í kortið, hvussu ferðslan skal skipast.

Endamálið er at fækkað til- og frákoyringarnar og at gera lummar til bilar, sum skulu av landsvegnum, so at teir ikki seinka ferðsluni á Landsvegnum.

- Somuleiðis vilja vit hava undirføring undir landsvegin ímillum Oyrabakka og Norðskála, so at persónbilar, sum skulu ímillum, ikki skulu hava fyri neyðini at fara upp á landsvegin, sigur Heðin Zachariasen.

- Nú vóni eg, at gongd kemur á hetta málið sum kommunustýrið hevur raðfest øgiliga høgt, leggur borgarstjórin afturat.