Stórur trolari á Vestmanna eftir gulllaksi

Tíðliga í morgun kom stórur hálendskur trolari á Vestmanna eftir frystum gulllaksi og til at taka ímóti gulllaksi hjá føroyskum ísfiskatrolarum

Fiskivinna

 

Ariende, sum trolarin eitur, er 90 metrar langur. Hann er komin higar til lands at taka ímóti frystum gulllaksi hjá virkinum Atlantic í Vestmanna, men hann er eisini komin higar til at taka ímóti gulllaksi hjá føroyskum ísfiskatrolarum.

Ein av monnum aftanfyri hesa verkætlan er Tummas Christophersen, reiðari, men hann var ikki til at fáa fatur á, tá vit ringdu til at fregnast í morgun.

Sum skilst á Havnaskrivstovuni í Vestmanna er Ariende umleið 1500 bruttotons stórur.

Sosialurin hevur skilt, at skipið væntandi kemur at liggja á Vestmanna, til skipið hevur fingið fulla last – av frystum og feskum, sum gulllaksaskip veiða.

Síðan er ætlanin, at Ariende fer av landinum við fiskinum og kemur síðan aftur til at fylla lastina einaferð aftrat, áðrenn gulllaksavertíðin er úti.

Ariende kann frysta 140 tons um døgnið.

Hetta er ein vanligur trolari sum líkist skipinum Pelagos, sum í sínari tíð var heimahoyrandi í Føroyum.

Men nú hevur skipið so aðra uppgávu enn at fiska og frysta, men tekur ímóti frystum gulllaksi og feskum fulllaksi.

Í morgun eru vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Fram, inni og veiðan hjá teimum verður fryst umborð á Ariende.

Sum skilst, koma Eysturbúgvin og Vesturbúgvin inn at landa í komandi viku. Teir eru eisini á gulllaksaveiði og fara sum skilst at landa veiðina umborð á Ariende.