Stórur talváhugi

Talv er vanliga sera væl umtókt á alnetinum, og kappingin í Klaksvík var einki undantak í so máta. Heimasíðan hjá talvsambandinum, www.faroechess.com, hevur alla kappingin víst talvini live, og hópin av vitjandi hava gjørt nýtslu av hentleikanum. Seinast vit frættu, hevði vitjunartalið verið upp í móti teimum 600 fyri hvønn dagin.