Stórur tørvur á serlærarum og servitan

- Eg fegnist um, at tað hóast ringar tíðir hevur eydnast at uppraðfesta sernámsfrøðiliga økið, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.

Sernámsdepilin og NSR tænasturnar hava nú fingið nýtt navn og nýggjan ham.

Mentamálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at Sernámsdepilin og tær tríggjar undirliggjandi NSR tænastueindirnar (Námsfrøðilig Sálarfrøðilig Ráðgeving) hava fingið nýtt felags navn, Sernám og nýggja heimasíðu www.sernam.fo.

- Stovnurin hevur nú felags búmerki, heimasíðu, teldukervi og journalskipan. Hetta skuldi gjørt tað lættari hjá viðskiftafólki, foreldrum, skúlum at leita sær hjálp og vegleiðing.

Mentamálaráðið sigur, at nógv hava verið í iva um, nær tey skuldu venda sær til NSR og nær til Sernámsdepilin.

- Harumframt hava nógvir fyrispurningar verið um eitt nú, hvat styttingin NSR stendur fyri og viðvíkjandi uppgávubýtinum millum NSR tænasturnar og Sernámsdepilin.

Á samkomu í gjár kunnaði stovnurin gjøllari um broytingarnar.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, fegnaðist um, at tað hóast ringar tíðir hevur eydnast at uppraðfesta sernámsfrøðiliga økið.

- Men økið eigur framhaldandi at verða tillagað og samskipað fyri at skapa enn betri karmar til børn og ung, sum hava sernámsfrøðiligan stuðul og hjálp fyri neyðini. Tørvurin á serlærarum og servitan í skúlum og stovnum er stórur. At umleið 30 nýútbúnir serlærarar í 2012 gerast partar av sernámsfrøðiligu skipanini fer at nøkta ein part av hesum tørvi.

Landsstýriskvinnan segði seg vóna, at hetta eisini fer at viðvirka til at dygdarmenna vanligu serundirvísingina í skúlunum og læru-og menningartilboðini hjá næmingum við serligum tørvi í skúlunum kring landið.

Sernám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.