Stórur tørvur á lærarum

33 tíðaravmarkað størv eru leys at søkja í Tórshavnar kommunu

Tað fer eftir øllum at døma ikki at standa á hjá lærarunum, ið vórðu útskrivaðir av Føroya Læraraskúla týsdagin, at fáa starv komandi skúlaár. Í bløðunum í dag søkir Tórshavnar skúlaráð eftir 33 lærarum til skúlaárið 1999/2000. Umframt koma øll størvini úti um landið.

Hetta er fyrstu ferð, at søkt verður eftir lærarum eftir nýggja sáttmálanum, ið kom í gildi í fjør. Umframt hesi størvini søkti skúlaráðið fyri stuttum eftir 8 átta sáttmálasettum lærarum.

Tørvur er á fleiri lærarum á øllum teim kommunalu skúlunum í kommununi. Eysturskúlin hevur tørv á 12 lærarum afturat, Hoyvíkar skúli eftir 6, Sankta Frants eftir 5, Argjaskúli, Venjingarskúlin og Kommunuskúlin eftir trimum í part, harav eitt er fyri lærara í barnsburðarfarloyvi, og Kaldbaks skúli eftir einum lærara. Flestu størvini eru til 27 tíma viku.

Tey, ið hava áhuga at søkja hesi nógvu størvini, fáa ikki nógva tíð at umráða seg. Freistin at søkja sáttmálasett starv er úti 3. juli, og tíðaravmarkað starv er úti 6. juli.