Hans Jacob Joensen, bispur, var eisini til hátíðarhaldi. Hann er væl nøgdur við byggingina.
- Tað sær gott út higartil. Eg haldi, at arbeiðið gongur væl. Hetta er ein gomul verkætlan, og vit síggja fram til at fáa kirkjuna lidna. Eftir ætlan skal hon verða klár í september næsta ár, og tað sær út til, at tíðarætlanin fer at halda, metir hann.
Hans Jacob metir, at tað er tiltrongt at fáa eina kirkju í Hoyvík.
- Tað er stórur tørvur á einari kirkju. Har búgva um 5000 fólk, og tað bara veksur. Tað er tørvur á hesari kirkjuni, tí at íbúgvatalið í høvuðsstaðnum er so stórt, sigur hann.
Kirkjan verður gjørd eftir gomlum siði. - Hugskotið er frá tí gomlu føroysku bygdini, har ið kirkjan liggur eitt sindur uttanfyri og myndar bygdina. Tó skal hon liggja væl fyri, so at fólk ikki hava ov langt at fara. Hetta hugskotið er nýtt í nýggjum skapi, sigur Hans Jacob.