Spenningurin um, hvørji fóru at gerast seinastu finalistarnir í spurnarkappingini SkipaQvistin á Sjómannadegnum, var sera stórur, tá seinasta undanumfarið fór av bakkastokki fyrrapartin leygardagin.
Stórur áhugi
Hvør hevur yrkt ”Alt hann átti á fold var ein koyggja?”, ”Hvussu æt Atlantic Navigator, áðrenn hann kom til Føroyar?” og so framvegis ljóðaði tað av pallinum, meðan fólk sótu allastaðni við pappíri og blýanti og kýttu seg at svara.
Tá avtornaði, gjørdust tað Klæmint Hansen og Andor Isaksen, ið komu við í finaluna.
Hini undanumførini hava verið hildin á stevnunum í summar, og áhugin fyri kappingini hevur verið óvanliga stórur.
Áðrenn seinasta undanumfarið á Sjómannadegnum, vóru hesir komin gjøgnum nálareygað
Niklas R. Jacobsen (frá Sundalagsstevnuni)
Símun J. Nybo (frá Jónsøkuni)
Eyðun á Lakjuni (frá Varmakeldu)
Kári í Garði (frá Eystanstevnuni)
Jørgen Niclasen (frá Vestanstevnuni)
Orsøkin til, at tveir finalistar máttu finnast á Sjómannadegnum, var, at finalisturin frá Jóansøkuni meldaði avboð.










