Tað gekk, sum tað kundi roknast við, tá ið meistararnir í KÍ í kvøld høvdu vitjan av ÍVB.
Tað gekk ikki, sum tað kundi roknast við, tá ið B36 í kvøld hevði vitjan av EBS/Skála.
Og tað eydnaðist ikki NSÍ, sum framvegis er næstfremst í kappingini um silvurkrónurnar, at hava úrtøku við sær úr Gundadali, har HB var vertur.
Úrslitini í kvøld bera við sær, at KÍ er uppaftur suverenari topplið, og at spenningurin um hvør fer at vinna silvurkrónurnar er størri nú, enn hann var undan hesum umfarinum.
Í Klaksvík vann KÍ 4-1 ímóti ÍVB. Hálvleiksstøðan var 2-1.
Toppskjúttin í Betrideildini Evy á Lakjuni staðfesti trivaliga sigurin, tá ið hon í síðstu løtu umsetti brotsspark til mál og 4-1.
Eitt lítið korter var farið, tá ið Tóra Mohr eftir upplegg frá Duritu Hummeland setti hol á. Tíggju minuttir undan steðginum vóru gestirnir óhepnir at gera sjálvmál og so var 2-0.
Minuttin eftir sjálvmálið minkaði ÍVB um munin til 2-1. Málskjútti var Hanna Isaksen Højgaard eftir upplegg frá Jensu Tórolvsdóttir.
Støðan var 2-1, inntil tað restaði eitt korter. KÍ hevði nógvar málmøguleikar, og so eydnaðist tað, tá ið Gudny Johannesen eftir hornaspark sendi bóltin í málið. So var 3-1, og so var tað, at Evy á Lakjuni setti punktum við brotssparki.
HB úrtøkan úr fýra teimum seinastu dystunum hevur verið tvey stig. Tveir teir síðstu dystirnar hevur HB tapt – 1-0 á útivølli ímóti EBS/Skála og 2-1 í grannauppgerðini ímóti B36.
Í kvøld eydnaðist tað aftur HB at vinna, og talan var um stórsigur. HB vann á heimavølli 5-1 ímóti NSÍ. Hálvleiksstøðan var 3-1.
Hóast munurin í málum var stórur, so siga hagtølini, at munurin í spæli og álopum var ikki so stórur. NSÍ hevði 10 hornaspørk og HB fýra. HB hevði seks royndir á málið og seks við síðuna av málinum, og NSÍ hevði fýra royndir á málið og átta við síðuna av málinum.
Ása Stórá Carlsen legði í miðskeiðis í fyrra hálvleiki HB á odda 1-0 og átta minuttir seinni økti hon til 2-0. Tríggjar minuttir undan steðginum minkaði Heidi Sevdal um munin ímóti sínum gomlu liðfeløgum í HB.
Men bara heilt lítla løtu seinni svaraði HB aftur. Málskjútti var Julia Naomi Mortensen.
Tá ið ein tími var farin, økti Kára Djurhuus um munin til 4-1 eftir upplegg frá Elin Mariu Isaksen, og seks minuttir undan leikloki staðfesti Rúna Jacobsen 5-1 sigurin, sum ber við sær, at HB nú bara er eitt stig aftanfyri NSÍ, ið er næstfremst.
B36 hevði vitjan av EBS/Skála, sum undan vitjanini í Gundadali bara hevði vunnið tveir dystir – báðar ímóti HB. Í kvøld fór EBS/Skála úr Gundadali við 1-0 sigri ímóti B36. Sigurin ber við sær, at EBS/Skála hevur 10 stig og er fýra stig aftanfyri B36.
Einasti málskjútti var veteranurin Rakul V. Magnussen, sum seks minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið.
Hagtølini siga, at EBS/Skála hevði seks hornaspørk, meðan B36 hevði trý hornaspørk. EBS/Skála hevði seks royndir á B36 málið, og B36 hevði tríggjar royndir á EBS/Skála málið.
KÍ - ÍVB 4-1 (2-1)
1-0: Tóra Mohr 14.
2-0: sjálvmál 33.
2-1: Hanna Isaksen Højgaard 37.
3-1: Gudny Johannesen 75.
4-1: Evy á Lakjuni br 94.
B36 - EBS/Skála 0-1 (0-0)
0-1: Rakul V. Magnussen 82.
HB - NSÍ 5-1 (3-1)
1-0: Ása Stórá Carlsen 22.
2-0: Ása Stórá Carlsen 30.
2-1: Heidi Sevdal 42.
3-1: Julia Naomi Mortensen 44.
4-1: Kár Djurhuus 61.
5-1: Rúna Jacobsen 84.
KÍ | 16 | 15 | 1 | 0 | 46 | 14 | 46 |
NSÍ | 14 | 4 | 6 | 4 | 26 | 23 | 18 |
HB | 15 | 4 | 5 | 6 | 28 | 24 | 17 |
ÍVB | 14 | 4 | 4 | 6 | 18 | 23 | 16 |
B36 | 14 | 3 | 5 | 6 | 17 | 22 | 14 |
EBS/Skála | 15 | 3 | 1 | 11 | 10 | 39 | 10 |