Stórur spenningur um ?Ársins Virki?

Í dag skipar Vinnuhúsið fyri Vinnudegi, og nógvar gitingar eru um, hvør fer at fáa heiðurin sum Ársins Virki. Mong hava gitt, at tað verður Bakkafrost, men stjórin er í Moskva Tað eru tilsamans átta feløg, sum síðan ár 2000 hava fingið heiðurin sum Ársins Virki.

Í raðfylgju eru feløgini hesi: Havsbrún (2000), Tórshavnar Skipasmiðja (2001), Vónin (2002), Vaðhorn Seafood (2003), Reyni Service (2004), Faroe Marine Products (2005), Thor (2006) og Eik Banki (2007).

Nú Vinnuhúsið aftur skipar fyri Vinnudegi í dag, verður nógv gitt um, hvør fer at fáa heiðurin í ár.

Fleiri hava gitt, at tað verður framkomna laksavirkið Bakkafrost á Glyvrum, men í stuttum práti við stjóran, Regin Jacobsen, fyri løtu síðan, sigur hesin, at tað veit hann einki um.

Regin er í løtuni staddur á fiskivinnuframsýning í Moskva, og hann kemur ikki heimaftur í dag.

Portalurin hevur eisini tosað við onnur vinnulívsfólk í dag, og tey siga seg einki vita um, hvat virkið fer at fáa heiðurin hesaferð.

Taka vit virkini í fiskivinnuni, hevur serliga verið gitt um Bakkafrost á Glyvrum, Tavuna í Leirvík og Fiskavirkið í Gøtu.

Á Tavuni í Leirvík sigur stjórin, Jóan Magnus Rasmussen, at tey vita einki um, at teirra virki møguliga kundi verið millum uppskotini í ár.

Hann heldur, at Bakkafrost er eitt gott boð, men tá vit sum nevnt tosaðu við Regin Jacobsen, stjóra, fyri løtu síðan, segði hann seg einki hava hoyrt um tað.

Onnur vinnulívsfólk, sum Portalurin hevur tosað við, siga seg heldur einki vita.

Í fjør fekk Eik Banki heiðurin sum Ársins Virki.