Í løtuni hevur Joe Biden tryggjað sær 224 valmenn, meðan Donald Trump hevur tryggjað sær 213 valmenn. Fyri at vinna forsetavalið krevjast 270 valmenn – meira enn helmingurin av teimum 538 valmonnum, sum skulu veljast á forsetavalinum.
Men enn vanta úrslitini úr 10 statum, umframt at óvissa kann vera um brævatkvøður.
Í sjey av statunum liggur Donald Trump á odda, og í trimum liggur Joe Biden á odda. Verður tað úrslitið, so vinnur Donald Trump forsetavalið.