Stórur spenningur um FM

BARNARÒÐUR GENTUR: Fyri aðru ferð í ár eydnaðist tað argjagentum umborð á Bliki at vinna henda róðurin. Talan var um tætta kapping við Royndina Fríðu, Ørnina og Jallin.

Úrslitið í dag ber við sær, at tað undan Ólavsøku er stórur spenningur um FM heitið. Kappingin stendur millum Blik og Ørnina. Blikur er eitt stig frammanfyri Ørnina, og tað vil siga, at tann av hesum báðum, sum verður fremri á Ólavsøku, verður meistari.

 

1 Blikur 03:03.01

2 Royndin Fríða 03:04.09

3 Ørnin 03:05.00

4 Jallurin 03:05.01

5 Hulda 03:09.13

6 Havfrúgvin 03:15.17

7 Pílur 03:25.12

8 Firvaldur 03:28.05

 

1 Blikur 35

2 Ørnin 34

3 Hulda 27

4 Royndin Fríða 24

5 Jallurin 21

6 Tambar 16

7 Pílur 9

8 Havfrúgvin 2