Stórur spenningur um ENI boring í summar

Boringin av sjeynda leitibrunninum á landgrunninum í summar verður tann mest spennandi hendingin í hesum árinum, tá talan er um royndirnar at finna olju og gass í føroysku undirgrundini sigur stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen við Portalin.

-Vit síggja fram til boringina av sjeynda brunninum, sum ENI fer at bora í summar, men skjøtul verður eisini settur á nógv annað áhugavert virksemi á landgrunninum, eitt nú seismiskar kanningar. Har verður rættiliga fitt av arbeiði sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi.

 

Hann vísir tó á, at vegna val vórðu loyvini í triðju rundu latin rættiliga seint, so tað fer sjálvandi eisini at taka meira tíð enn upprunaliga mett at fara undir komandi kanningarnar. Men kortini eru útlit til, at fleiri seismiskar kanningar verða gjørdar á landgrunninum í hesum árinum. Ein spurningur, sum eisini verður aktuellur í hesum árinum eru øll loyvini, sum nú eru komin hartil, at feløgini mugu taka støðu til, um tey vilja bora ella ikki. Hetta er rættiliga spennandi eisini at fáa kunnleika um.

 

Petur Joensen vil tó ikki siga, hvørji hesi loyvini eru og hvørji arbeiðsprogrammini hjá ymsu feløgunum eru. Tað mugu feløgini sjálvi upplýsa um heldur hann. Enn er árið ungt, og eitt av málunum, sum Jarðfeingi fera t brúka nógva orku uppá er at finna fram til, hvussu stovnurin skal spara 2 mill. kr. Av rakstrinum, nú játtanin á fíggjarlógini reelt er skerd úr 14 niður á 12 mill. kr.

 

Petur Joensen vísir á, at Jarðfeingi nú hevur fingið boriumsókn frá ENI. Umsóknin verður nú viðgjørd. Pallurin, sum skal bora Anne Marie brunnin er júst farin undir sína fyrstu boriuppgávu í Noregi og kemur so henda vegin í summar ella seinni.

 

Vit spurdu stjóran á Jarðfeingi, um hann kann tryggja oljufeløgunum, sum hava bundið seg til at gera kanningar og bora á landgrunninum, at skerjingarnar á játtanini til stovnin ikki fara at ganga út yvir teirra virksemi.

 

-Tað kann eg sjálvandi ikki í løtuni. Tað verður ein raðfesting, nú vit hava eina minni játtan til okkara virksemi. Men eg rokni ikki við, at skerjingin fer at nerva leitingina.

 

Petur Joensen leggur aftrat, at nú vit hava gjørt eitt so stórt arbeiði fyri at fáa oljufeløgini at gera íløgur her, so má hetta eisini fylgjast upp frá føroyskari síðu.