Í hesi løtu verður avgjørt, hvussu bólkarnir koma at síggja út í undankappingini til EM í fótbólti í Pólandi og Ukraina í 2012. Av teimum 51 londunum, sum eru við í útveljingini í morgun, fara 14 víðari til sjálva kappingina umframt vertslondini Póland og Ukraina.
Henda stóra og áhugaverda útveljingin fór fram í pólska høvuðsstaðnum í morgun. Tað er UEFA felagsskapurin, sum stendur á odda fyri hesum tiltakinum. Um eina løtu vita vit, hvørji lond Føroyar koma í bólk saman við. Landsliðsvenjarin hjá føroyska landsliðnum segði við Sosialin í vikuni, at hann vónaði, at Føroya koma í bólk saman við Onglandi, Írlandi, Norðurílandi og Lichtenstein.










