Á ólavsøku verður seinasti FM kappróðurin í ár, og tá falla seinastu avgerðirnar. Í trimum róðrum er stórur spenningur um, hvør fer at vinna FM heitið, meðan avgerðirnar eru falnar ella mest sum falnar í hinum róðrunum. Bátarnir vilja tó fegnir vinna ólavsøkuróðurin, og tí verður nógv lagt fyri, hóast kappingin um FM er liðug í fleiri róðrum.
Í barnaróðrinum hjá dreingjum hevur Fípan Fagra longu vunnið FM heitið – teir eru 11 stig framman fyri næsta bátin.
Hjá 5-mannaførum hjá gentum liggur Blikur til at vinna FM-heitið – tær eru sjey stig framman fyri Drekan.
Erla Kongsdóttir hevur tryggjað sær FM heitið hjá 5-mannaførum við kvinnum – tær eru 10 stig fremstar fyri seinasta róðurin.
Sølmundur liggur til at vinna FM hjá 6-mannaførum við kvinnum – tær eru seks stig framman fyri Fortuna.
Hjá 5-mannaførum við dreingjum hevur Hvessingur verið suverenur í ár, og manningin hevur tryggjað sær FM heitið.
Ormurin Langi hevur verið nógv sterkastur í 10-mannafarsróðrinum, og teir skulu nú bara seta seinasta punktumið í ólavsøkuróðrinum.
Í trimum kappingum er stórur spenningur til ólavsøku – tað er í barnaróðrinum hjá gentum, hjá 5-mannaførum við dreingjum og hjá 8-mannaførum.
Í barnaróðrinum hjá gentum liggja Hulda og Ingibjørg á odda. Hulda er eitt stig framman fyri, og tí verður tað vinnarin av ólavsøkuróðrinum, sum fer við FM heitinum.
Í 5-mannaførum hjá dreingjum liggja Heykur og Royndir Fríða stavn um stavn – báðir bátarnir hava fingið 35 stig higatil, og har vera seinastu tøkini avgerandi fyri, hvør skal lata seg krúna sum føroyameistari.
Stórur spenningur hevur alt ár verið hjá 8-mannaførum. Kappingin millum Argjabátin og Nevið Reyða hevur verið sera tøtt, og í fleiri róðrum hevur lítil og eingin munur verið á bátunum. Nú fara 8-mannaførini at rógva finalu á ólavsøku.
Ólavsøkuróðurin byrjar kl. 14.00 í dag.

Stórur spenningur í trimum róðrum

